Landsstýrið verður umskipað

Landsstýrið verður umskipað
Formenninir í samgonguflokkunum hava fyri løtu síðani boðað frá, at landsstýrið nú verður umskipað
Samgonguflokkarnir eru vorðnir samdir um, hvussu samstarvið verður skipað við sessum og politiskum málum, tað ið eftir er av valskeiðnum
 
14.02.2019 - 11:41

Samgonguflokkarnir eru vorðnir samdir um, hvussu samstarvið verður skipað við sessum og politiskum málum, tað ið eftir er av valskeiðnum, skrivar Løgmansskrivstovan á heimasíðuni.

Framsókn fer at umsita skúlamál, tað sum eftir er av samgonguskeiðnum, og fær eitt nýtt landsstýrisfólk. Samstundis fer Tjóðveldi at umsita mentamál, ítróttarmál og kirkjumál.

Hesi málsøki fara at verða umsitin av einum av verandi landsstýrisfólkum floksins. Norðurlandamál og vitaverkið verða flutt til Høgna Hoydal at umsita, skrivar Løgmansskrivstovan.

Hetta er samgongan samd um

Samgongan er samd um, hvørji mál hava stóran týdning at fáa framt, tað sum eftir er av valskeiðnum, sigur Løgmansskrivstovan. Úr rúgvuni kann nevnast, sambært Løgmansskrivstovuni:

- At seta ferð á nøkur yvirtøkumál

- At niðurrinda skuld, sum fellur til gjaldingar í juni

- Talgildi samleikin

- Nýggjan listaskúla á Sandi

- Vælferðarlógin

- Bústaðarpakkin

- Margfeldislógin

- Lóg um veiðigjald

- Húsarhaldsskúlin í Klaksvík

- Ítróttarháskúlin í Vági

- Eftirskúli á Tvøroyri

- At fáa longt barnsburðarfarloyvið við tveimum vikum

- Hjálparfólkaútbúgvingin

- At seta borin í Dalstunnilin og Hvalbiartunnilin

Ætlanin er í næstu viku at hava tíðindafund um politiska arbeiðið restina av valskeiðnum, stendur í fráboðanini frá Løgmansskrivstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151