- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ikki stundir at fyrireika umfatandi lóg

Samferðslumálaráðið hevði ikki stundir at fyrireika lógaruppskotið um mismun og javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum, tí uppskotið skuldi í løgtingið í hesari tingsetuni.
Tí var hoyringarfreistin so stutt, og tí var bara ein fundur í fylgibólkinum.
Tað sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður, í svari til Jógvan á Lakjuni, løgtingsmann, sum spurdi um uppskotið um lóg, sum skal banna mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum.
Hoyringarfreistin var átta dagar.
Tað var fyri at halda tíðarfreistirnar fyri lógaruppskot, sum skulu í løgtingið í hesari tingsetuni, sigur Heðin Mortensen.
Hann sigur eisini í svarinum, at ætlanin var at hava á leið tríggjar fundir við fylgibólkin.
Á fyrsta fundinum varð tosað um, hvussu arbeiðið skuldi gerast.
Fylgibólkurin ikki onnur fundarboð
Ætlanin var so, at fylgibólkurin skuldi koma á fund aftur, tá eitt uppkast um lógaruppskotið var gjørt.
Men av tí, at Samferðslumálaráðið hevði nógv mál í heyst, varð uppkastið ikki gjørt, og fylgibólkurin tí heldur ikki kallaður á fund.
Í januar var tíðin um at renna undan fyri lógaruppskot, sum skulu fyri løgtingið í hesi tingsetuni.
Stundir vóru ikki at hava fleiri fundir við fylgibólkin.
Í fylgibólkinum vóru seks fólk fyri arbeiðsgevarar og løntakarar, MEGD og Javnstøðunevndina.