Brúkt næstan fýra milliónir uppá uttanlandsferðir

Brúkt næstan fýra milliónir uppá uttanlandsferðir
Løgtingslimir hava ferðast fyri meira enn 3,8 milliónir krónur í hesum valskeiðnum. Flestu pengarnir fara til Útnorðurráðið og Norðurlandaráðið
Tingfólk hava í hesum valskeiðinum ferðast uttanlands fyri meira enn 3,8 milliónir krónur
 
11.02.2019 - 13:14

Tingfólk hava í hesum valskeiðinum ferðast uttanlands fyri meira enn 3,8 milliónir krónur. Millum annað hava tinglimirnir í Útnorðurráðnum brúkt meira enn 900.000 krónur uttanlands, meðan limirnir í Norðurlandaráðnum hava ferðast fyri góðar 800.000 krónur

Tinglimir eru ikki bara til arbeiðis á Tingúsvegnum í Havn - teir ferðast eisini uttanlands. Ein uppgerð, sum Kringvarpið hevur fingið frá Løgtinginum, vísir, at tey fólkavaldu higartil í valskeiðinum hava ferðast fyri meira enn 3,8 milliónir krónur.

SÍ EISINI Brúkt meira enn 900.000 til uttanlandsferðir

Og tá eru uttanlandsferðir, sum tey møguliga hava verið og rindað av teirra persónligu menningarjáttan hjá tí almenna ikki roknaðar uppí.

Uppgerðin vísir, at limirnir í Útnorðurráðnum hava ferðast mest - samlaða rokningin er meira enn 900.000 krónur. Í 2015 var Útnorðurráðið ikki uttanlands sum samlaður bólkur, men formaðurin Kári P. Højgaard var uttanlands tað árið fyri góðar 34.000 krónur.

Vóru í Grønlandi í fjør

Í 2016 var Útnorðurráðið bæði Íslandi og í Grønlandi, og harumframt var formaðurin eisini sjálvur á ferð. Útreiðslurnar í 2016 vóru 346.000 krónur.

Í 2017 var Útnorðurráðið í Íslandi, og harumframt var Kári P. Højgaard, formaður og Jørgen Niclasen, næstformaður eisini sjálvir á ferð. Rokningin fyri 2017 var góðar 311.000 krónur.

Í fjør stóð Grønland á ferðaskránni hjá Útnorðurráðnum, og harumframt var Kári P. Højgaard, formaður eisini sjálvur uttanlands. Ferðarokningin í fjør var 203.000 krónur.

Útnorðurráðið ferðast fyri 909.000 krónur

Tilsamans hevur Útnorðurráðið sostatt ferðast fyri 909.000 krónur higartil í valskeiðinum. Aðrar tingnevndir hava eisini ferðast uttanlands hetta valskeiðið. Limirnir í Norðurlandaráðnum hava ferðast uttanlands fyri næstan 800.000 krónur higartil í valskeiðinum.

Uttanlandsnevndin hevur brúkt næstan 400.000 krónur, Vinnunevndin 212.000 krónur, Trivnaðarnevndin næstan 200.000, Rættarnevndin 173.000, Mentanarnevndin 156.000 og Fíggjarnevndin 148.000 krónur.

Harafturat hava tingfólk eisini verið í New York á ST-aðalfundi. Í valskeiðnum er tann rokningin higartil komin upp á góðar 413.000 krónur.

Higartil ferðast fyri 3,8 mió. í valskeiðinum

Løgtingsformaðurin hevur sína egnu uppgerð í roknskaparhaldinum. Páll á Reynatúgvu hevur í hesum valskeiðinum ferðast uttanlands fyri næstan 290.000 krónur. 

Men afturat tí hevur løgtingsformaðurin eisini verið uttanlands saman við hinum í formansskapinum - tann rokningin er góðar 110.000 krónur í valskeiðinum higartil.

Uppgerðin vísir altso, at tingfólk hava ferðast uttanlands higartil í valskeiðinum fyri tilsamans: 3,8 milliónir krónur.

120.000 krónur í part at brúka

Men enn fleiri rokningarnar eru fyri uttanlandsferðir hjá tingfólkum enn tær 3,8 milliónirnar. Tí hvør einstakur tinglimur hevur eina árliga játtan til persónliga menning, sum tað eitur. 

Teir 33 tinglimirnir hava eitt valskeið 120.000 krónur í part at brúka, ella tilsamans góðar fýra milliónir krónur eitt valskeið, og fleiri av teimum brúka peningin til at menna seg uttan fyri landoddarnar.

Men tær møguligu uttanlandsferðirnar fær almenningurin ikki innlit í. Tær eru ikki fevndar av innlitslógini, skrivar Jonhard Klettheyggj, løgtingsstjóri, til Kringvarpið.

Kelda: Løgtingsskrivstovan. Tak niður øll tølini her (PDF-skjal, letur upp í nýggjum kaga)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151