- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stjørnan í hálvfinaluni
Stjørnan úr Klaksvík stóð fyri mest óvæntaða úrslitinum í síðsta umfari í steypakappingini.
Tey vóru ikki nógv, ið góvu Stjørnuni, sum liggur næstniðast í landskappingini, nakran møguleika ímóti Neistanum, sum liggur næstovast.
Men Stjørnan setti seg á dystin, sum varð spældur í Høllini á Hálsi í Havn, alt fyri eitt, og tá liðini fóru til hálvleik vóru gestirnir á odda 10-15.
Neistin svaraði aftur í seinna hálvleiki, og tær vóru eisini eitt skifti á odda 18-17.
Men Stjørnan kom fyri seg aftur og vann við tveimum málum 24-26.
Aftaná dystin fingu vit orðið á Sonju Sirdal úr Stjørnuni.
Úrslitið hevur við sær, at Stjørnan endar á øðrum plássi í bólki tvey, og fer tí víðari saman við oddaliðnum, VÍF.
Kyndil vann bólk eitt
Í hinum bólkinum var longu undan dagsins umfari greitt, at Kyndil og H71 høvdu spælt seg víðari.
Tó var fyrsta plássið í bólkinum upp á spæl, tá liðini hittust í Hoyvíkshøllini í dag.
Kyndil vann dystin 25-27. Hálvleiksstøðan var 13-14 til Kyndil.
Í hálvfinalunum í kvinnukappingini skal Kyndil møta Stjørnuni, meðan VÍF og H71 spæla í hinari hálvfinaluni.