- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tvøroyrar kommuna meira inn í skatti

Góða gongdin sæst eisini aftur í skattatølunum fyri januar 2019. Tvøroyrar Kommuna hevði eina inntøku áljóðandi 4.909.218 krónur í januar 2019, í mun til 4.255.945 krónur í januar 2018. Vøksturin er 653.273 krónur, ella heili 15,35%.
Ein munandi vøkstur í inntøkunum, hóast januar var fyrsti mánaði, har skattaprosentið var 20,9%. Kommunan samtykti í fjør, at skattaprosentið skuldi setast niður úr 21,9%, niður á 20,9%, galdandi frá 1. januar 2019.
Ein av orsøkunum til, at vøksturin er so stórur, ikki bara á Tvøroyri, er uttan iva tann, at Varðin Pelagic er farið í gongd aftur. Fólk úr allari oynni arbeiða á Varðanum Pelagic.
Barnafrádrátturin í Tvøroyrar Kommunu er tann hægsti í oynni og ímillum teir hægstu í landinum – 7.000 krónur, eins og í Porkeris og Fámjins Kommunu. Bara seks kommunur í Føroyum hava hægri barnafrádrátt enn á Tvøroyri.
Sum heild eru skattatølini fyri allar kommunurnar í oynni sera positiv og í øllum kommunum er vøkstur í inntøkunum, hóast munur er á hvussu stórur vøksturin er. Hetta stendur at lesa á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu
Skattainntøkurnar í kommununum í Suðuroynni í januar 2019, sambært heimasíðuni hjá Taks.