Samtakið Articon/LNS átti lægsta boð

Samtakið Articon/LNS átti lægsta boð
Samtakið Articon/LNS, bjóðar seg til at gera nýggja Hvalbiartunnilin fyri góðar 236 milliónir kr. Tað var lægra av tveimum tilboðum sum komu inn
Samtakið Articon/LNS átti lægsta boð uppá nýggjan hvalbiartunnil
Mynd: savn  
 
09.02.2019 - 09:58

J&K Petersen átti hitt tilboðið, sum var uppá 318 milliónir kr, umleið 80 milliónir kr hægri enn hitt tilboðið.

Tað var í september í fjør at Landsverk bjóðaði arbeiðstakarum at søkja um undangóðkenning til at byggja nýggjan Hvalbiartunnil. Trý feløg vórðu undangóðkend, J&K Petersen, NCC og samtakið Articon/LNS.

Nýggi tunnilin verður gjørdur frá Gjánhamri í Trongisvági til Niðastabotn í Hvalba, og landsvegir verða gjørdir frá tunnilsmunnanum trongisvágsmegin til verandi landsveg í Trongisvági og frá tunnilsmunnanum hvalbiarmegin til Nesveg, tætt við brúnna um Kjógvavatn. Landsverk sum byggiharri og LBF sum ráðgevi fara nú undir at kanna tilboðini, og síðani taka støðu til tey. Kostnaðarmetingin av arbeiðstakaraútreiðslunum er 242 mió. krónur.

Tunnilin verður 2,5 kilometrar, tilkoyringarvegurin trongisvágsmegin 1,4 kilometrar, og hvalbiarmegin 2,4 kilometrar. Samlaði kostnaðurin er sambært verklagslógini 272 milliónir krónur. Umframt arbeiðstakaraútreiðslur fevnir samlaða játtanin eisini um prosjektering, prosjektleiðslu, ráðgeving, eftirlit, elarbeiðstøku og annað.

Verandi Hvalbiartunnil varð tikin í nýtslu í 1963, og er elsti tunnil í Føroyum. Nakrar dagføringar eru gjørdar, men tunnilin er lágur og einbreytaður. Bæði tunnil og vegur liggja høgt, eins og vegurin er smalur og í brattara lagi. Tunnilin lýkur ikki dagsins krøv til trygd, dygd og ferðslu, eins og farleiðin er ein forðing fyri vinnumenning og útbyggingum í bygdunum norðan fyri tunnilin, skrivar Landsverk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109