- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samgongan vil framvegis ikki atkvøða fyri uppskoti

Meirilutin í Fíggjarnevndini tekur undir við uppskotinum hjá Fólkaflokkinum um at sleppa heimavirki undan meirvirðisgjaldi og geva heimavirkinum skattalætta.
Broytingin verður ein kærkomin hjálp hjá øllum teimum, sum fáast við heimavirki kring landið, sigur meirilutin. Minnilutin í Fíggjarnevndini, sum nú er samgongan, vísir aftur hesa ferð á, at heimavirki er ikki lýst nóg væl.
Uppskotið var eisini í tinginum í tingsetunum 2015, 2016 og í 2017. Men heldur ikki tá tók samgongan undir við tí. Og tað ger hon heldur ikki nú, uppskotið fyri fjórðu ferð er í tinginum.
Fjórðu ferð
Samgongan sigur, at uppskotið hjá Fólkaflokkinum er ábending um misskiltan vinnupolitikk og misskiltan javnstøðupolitikk.
Neiligu avleiðingarnar eru nógv størri enn tær jaligu hjá teimum, sum fáa ágóðan av uppskotinum, og tí mugu aðrar loysnir finnast, sum fjálga um heimavirki.
Eitt dømi er, at fólk, sum selja nógvar heimavirkaðar vørur, bara kunnu verða kravd eftir mvg-uppgerð eina ferð um árið. Tey kunnu eisini fáa fakliga ráðgeving til at gera mvg-uppgerð, heldur samgongan í Fíggjarnevndini.