- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fimm fólk fyri trý í metingarnevndina

Fimm fólk vera nú í metingarnevndini, sum lutar út menningarkvotur, í staðin fyri trý fólk.
Kunngerð um menningarkvotur í ár er lýst og komin í gildi.
Í ár verða latin 11.700 tons av svartkjafti, 3.200 tons av makreli og 4.700 tons av norðhavssild í menningarkvotum.
Nøgdirnar eru minni í ár enn í fjør, tí onkur heildarkvota er minni enn í fjør.
8,5 prosent av kvotunum verða latnar til mennngarkvotur.
Og nakrar menningarkvotur í fjør vórðu latnar fyri tvey ár ella fýra ár.
Fimm fyri trý
Nú verða fimm fólk í metingarnevndin og tvey tiltaksfólk.
Í fjør vóru trý fólk í metingarnevndini og trý tiltaksfólk.
Men metingarnevndin sigur, at nevndin hevur so nógv at gera, at hon noyðist at taka tiltakslimirnar við alla tiðina.
Tí vera nú fimm nevndarlimir og tiltakslimirnir vera tiltakslimir.
Enn er ikki avgjørt í Fiskimálaráðnum, um somu trý fólk vera í metingarnevndini í ár og so tvey afturar, ella um øll fimm fólkini vera nýggj.
Tá mett verður um økisrættarligu ávirkanina av menningarætlanini, sum fær menningarkvotur, skal størstur dentur leggjast á demografisku avbjóðingarnar í økinum, er komið afturat í skjalinum um metingarnevndina.