- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vegleiðing um lógarsmíð

Nú hava aðalráðini í landsstýrinum onga umbering longur fyri ikki at gera ordiligar lógir. Lógartænastan á Løgmansskrivstovuni hevur dagført rundskrivið um lógarsmíð.
Har verður greitt frá, hvussu lógaruppskot og broytingaruppskot skulu orðast og setast upp. Eisini fæst innlit í, hvørji krøv verða sett til innihaldið í viðmerkingum um hesi uppskot.
Skal lætta um lóggávuarbeiðið
- Endamálið við rundskrivinum er at lætta um lóggávuarbeiðið hjá stjórnarráðunum og stovnum undir landinum. Vit hava tí sett rundskrivið upp soleiðis, at tað eisini kann nýtast sum eitt uppslagsverk.
Í rundskrivinum verður greitt í stuttum frá, hvørji løgfrøðilig atlit skulu havast í huga, og hvussu uppskotini skulu setast upp tøkniliga. Fleiri dømi í hesum rundskrivinum eru funnin í galdandi rættarreglum.
- Men tey eru eisini lagað til, so tey í størstan mun samsvara við tøkniligu ásetingarnar, sum verða settar í hesum rundskrivinum, sigur Nella Festirstein, deildarstjóri á Lógartænastuni.