- Tíðindi, mentan og ítróttur
Thyra Frank kunnar seg um eldrapolitikk í Føroyum
Thyra Frank kunnar seg um eldrapolitikk í Føroyum
Thyra Frank, danskur ráðharri í eldramálum, vitjar Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum

Thyra Frank
Mynd: Almannaverkið - Les Kaner
04.02.2019 - 12:10
Thyra Frank, danskur ráðharri í eldramálum, vitjar Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum. Danski ráðharrin vil fegin kunna seg um føroyskan eldrapolitikk.
Thyra Frank fer at vitja Kommunufelagið og nakrar kommunur, Klaksvíkar kommunu, Eysturkommunu, Tórshavnar kommunu, Vága kommunu og Sørvágs kommunu.
Hon fer at síggja stovnar til eldri fólk og fær at vita, hvussu kommunurnar skipa sín eldrapolitikk. Thyra Frank kemur til Føroya í morgin og fer aftur til Danmarkar hósdagin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV