Lesandi fáa íblástur í Gladsaxe

Lesandi fáa íblástur í Gladsaxe
Fjórða árið á rað hava tey, ið læra til námsfrøðing og lærara, verið á Familjuskúlanum í Gladsaxe
 
03.02.2019 - 08:54

Seinastu fýra árini hava tey, ið læra til námsfrøðing og lærara á Setrinum, verið á sokallaða Familjuskúlanum, sum er í Gladsaxe í Danmark.

Familjuskúlin er eitt tilboð til børn, sum hava trupulleikar í skúlanum ella í barnagarðinum av tí at tey hava ávísar avbjóðingar viðvíkjandi trivnaði og atburði.

Og tað var júst hetta, sum tey 28 føroysku lesandi sluppu at uppliva, tá tey í januar vóru í Gladsaxe og vitjaðu á skúlanum. Tey upplivdu, hvussu arbeitt verður við familjum hjá børnum, sum hava avbjóðingar, og hvussu skúli og dagstovnur kunnu vera við í arbeiðinum.

- Tey lesandi fáa nógv burturúr døgunum á Familjuskúlanum, og mín vón er, at tey taka hugskotini við sær til Føroya, soleiðis at arbeiðshátturin á Familjuskúlanum eisini verður brúktur í skúlum og dagstovnum í Føroyum, sigur Katrin av Kák, sum er sálarfrøðingur og undirvísari, við Gladsaxebladet.

Vitjanin á Familjuskúlanum í Gladsaxe er blivin fastur partur av pensum hjá lærara- og námsfrøðingalesandi á Setrinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151