- Tíðindi, mentan og ítróttur
Onki innlit í menningarkvotur

Almenningurin skal ikki vita, hvør søkir um menningarkvotur. Tað er ætlanin hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni. Hann ætlar at broyta lógina um sjófeingi, so rætturin at fáa innlit í umsóknir um menningarkvotur verður strikaður.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, ætlar at broyta lógina um sjófeingi, so rætturin til innlit í umsóknir um menningarkvotur verður strikaður:
"Løgtingslóg um innlit í fyrisitingina er ikki galdandi fyri umsóknir við fylgiskjølum um menningarkvotu," stendur í broytingaruppskotinum, sum er sent til hoyringar.
Umsøkjarar skulu verjast
Í viðmerkingum til uppskotið verður sagt, at hetta er fyri at verja umsøkjararnar, tí vandi kann vera fyri, at fólk aftra seg at søkja um menningarkvotu, um teirra umsóknir gerast almennar.
Fyrisitingarlógin, sum innlit verður biðið eftir, avmarkar annars longu innlit í rakstrar- ella vinnuviðurskifti ella líknandi um so er, at tað hevur stóran fíggjarligan týdning fyri tann persónin ella virkið, sum upplýsingin viðvíkir.
Landsstýrismaðurin heldur, at fleiri fara søkja um menningarkvotur um so er, at rættur ikki verður til innlit i umsóknirnar.