Lógarbroyting krevst skulu gomul fólk flyta

Lógarbroyting krevst skulu gomul fólk flyta
Fólk eiga at kunna flyta úr røktarheimi í einari kommunu í røktarheim í einari aðrari kommunu, heldur Tórshavnar býráð
Boðanesheimið í Havn er elllisheim.
 
31.01.2019 - 12:58

Fólk eiga at kunna flyta úr røktarheimi í einari kommunu í røktarheim í einari aðrari kommunu.

Tórshavnar býráð hevur fingið at vita frá aðalstjóranum í Almannamálaráðnum, at landsstýriskvinnan í almannamálum ætlar at leggja fram lógaruppskot um hetta, tí eingin lóg er, sum sigur, hvussu berast skal at í slíkum førum.

Tórshavnar býráð fer í kvøld at taka støðu til eitt uppskot um, at Tórshavnar kommuna longu nú sendir beinleiðis áheitan til Almannamálaráðið um at fáa viðurskiftini viðvíkjandi flyting í og úr røktarheimi millum kommunur verða skipað við lóg.

Heilsu- og umsorganartænastan í Havn fær fleiri og fleiri umsóknir og fyrispurningar frá avvarðandi, sum vilja, at foreldur teirra flyta úr røktarheimi ella stovni í aðrari kommunu í eldrabústovn í Tórshavnar kommunu. 

Men røktarheimini og stovnarir í Havn eru bara fyri fólk, sum eru skrásett at búgva í Tórshavnar kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151