- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trý álit á veg úr Fíggjarnevndini, eitt aðru ferð
Trý álit á veg úr Fíggjarnevndini, eitt aðru ferð
Fíggjarnevndin samdist á fundinum í gjár um at skriva trý álit og leggja tey fyri løgtingið fríggjadagin

Fíggjarnevndin ætlar at hava trý álit klár at lata løgtinginum fríggjadagin.
30.01.2019 - 12:54
Fíggjarnevndin samdist á fundinum í gjár um at skriva trý álit og leggja tey fyri løgtingið fríggjadagin.
Bárður á Steig Nielsen, formaður í Fíggjarnevndini, sigur, at nevndin er samd um at skriva álit um varskógvaraskipan, skattaðar pengar, sum fara í og úr Samhaldsfasta, og um landsroknskapin fyri 2017.
Málið um Samhaldsfasta og skattin fór aftur í Fíggjarnevndina, sum nú aftur fer at skriva álit um málið.
Fíggjarnevndin hevur fund aftur týsdagin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV