- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fíggjarnevndin viðger aftur gomul uppskot

Hóast tingskipanin sigur, at ein løgtingsnevnd skal lata løgtinginum álit í seinasta lagi ein mánað eftir, at hon fekk málið, eru málini, sum Fíggjarnevndin fer at viðgera í morgin, nógv eldri enn ein mánað.
Í seks førum hevur Fíggjarnevndin tó biðið formannin um longri freist.
Tað gongst millum annað striltið hjá Fíggjarnevndini at avgreiða málið um varskógvaraskipan hjá tí almenna, sum skuldi koma í gildi á nýggárinum.
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, legði lógaruppskotið fram 21.august.
Fyrsta viðgerð var 10.september. Síðani hevur Fíggjarnevndin havt uppskotið.
Tvey berghol
Tvey berghol eru eisini á skránni, tá Fíggjarnevndin hevur fund í morgin.
Andstøðuflokkarnir og Kristin Michelsen, sum tá var í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, løgdu fram uppskot um berghol til Fámjins. Tað var 3.oktober.
Málið hevur verið í Fíggjarnevndini síðani 7.november, tá fyrsta viðgerð var.
Hitt bergholið er til Dals. Miðflokkurin kom við uppskoti um tað tann 4.desember, og fyrsta viðgerð var 11.desember.
Onnur gomul mál eru á skránni hjá Fíggjarnevndini í morgin.
Tey eru barnaheimið, skattafría útgjaldið úr Samhaldsfasta, tað málið fór aftur í nevnd, tá onnur viðgerð var 5.desember, og landsroknskapurin fyri 2017.
Uppskotið hjá Miðflokkinum um bústaðarbanka er eisini á skránni í morgin.
Tað hevur ligið í Fíggjarnevndin síðani 8.november.
Nógvar innkallingar eru til fundin hjá Fíggjarnevndini í morgin.
Tey innkallaðu eru Fámjins kommuna, landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Kommunufelagið, Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, Útoyggjafelagið, Felagið Peningastovnar, Landsbankin, Bústaðir og løgmaður.
Tingfundur fríggjadagin
Tingfundur verður seinnapartin fríggjadagin.
Bara tvey mál eru á skránni.
Tingið skal atkvøða, um skrivligi fyrispurningurin hjá Kaj Leo Holm Johannesen í Sambandsflokkinum til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, um tilboðið frá Novo Nordisk grunninum um diabetisviðgerð í Føroyum, skal svarast.
Og framløga er eisini á skránni hjá tinginum fríggjadagin.