Kreppa í Nunavik

Kreppa í Nunavik
Í fjør tóku 11 ung fólk seg av døgum í bygdini Puvirnituk, sum er á vestursíðuni av Nunavik, og har búgva 1.700 fólk
 
27.01.2019 - 11:36

Leiðarin fyri inuittar, Mary Simon, vil hava nógvu sjálvmorðini í landspartinum, Nunavik, í Kanada viðurkend sum nationala kreppu.

- Nú er nóg mikið, sigur Mary Simon, um nógvu sjálvmorðini í Nunavik.

Hon savnar tí inn undirskriftir, har heitt verður á Kanada og Nunavik um alment at viðurkenna, at henda støðan er ein national kreppa. 

Í fjør tóku 11 ung fólk seg av døgum í bygdini Puvirnituk, sum er á vestursíðuni av Nunavik, og har búgva 1.700 fólk.

Tilsamans gjørdu 15 ung sjálvmorð í fjør og tað er kreppa, sigur Mary Simon við grønlendska kringvarpið, KNR. 

         Føroyingurin, Thor Simonsen, er við í verkætlan at styrkja og menna mentanina hjá inuittum í Nunavut

Neyðugt er við viðgerðarstøðum í Kuujjuaq til ung úr øllum Nunavik, og eisini skal viðgerð verða til øll ung í bygdunum gjøgnum tele-heilivág, - tvs. at tey ungu fáa viðgerð um skype ella aðra sjónvarpaða viðgerð í samstarvi við sjúkrasystrar ella sosial starvsfólk.

- Týdningarmesta er, at hetta verður framhaldandi viðgerð, sigur Mary Simon.

Higartil hevur hon savnað inn meira enn 53-túsund undirskftir úr øllum heiminum. 
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151