- Tíðindi, mentan og ítróttur
Aron og Hekla eru best umtóktu nøvn í Íslandi
Aron og Hekla eru best umtóktu nøvn í Íslandi
Sambært íslendska fólkayvirlitinum, fingu 30 nýføddir dreingir navnið Aron, og 15 nýføddar gentur fingu navnið Hekla í fjør

27.01.2019 - 11:05
Næstbest umtókt er navnið Kári, sum 22 dreingir fingu í fjør og síðani koma nøvnini í hesi røð: Brynjar, Alexander, Óliver, Daníel, Guðmundur, Emil, Jóhann og Jøkull.
15 nýføddar gentur fingu navnið Hekla í fjør, næstbest umtókta navnið var Embla - sum 14 gentur fingu, og síðani komu Anna og Emilía, Alexandra, Bríet, Júlía, Sara, Andrea og Freyja.
Í 2017 vóru best umtóktu nøvnini Emilia og Alexander.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV