Ókeypis HPV-koppseting til dreingir

Ókeypis HPV-koppseting til dreingir
Eftir ætlan fáa dreingir, sum eru 12 ár, tilboð um ókeypis koppseting fyri HPV í summar. Játtan er á fíggjarlógini til endamálið.
 
25.01.2019 - 09:57

Málið um HPV-koppseting til dreingir hevur javnan verið á breddanum, síðani tilboðið til gentur varð sett í gildi í 2009. Hjá gentum er koppsetingin serliga fyri at sleppa undan lívmóðirhálskrabba seinni í lívinum.

Fleiri av grannalondunum hava seinnu árini gjørt av, at tilboðið eisini eigur at fevna um dreingir, tí koppsetingin vísir seg at hava fleiri fyrimunir fyri heilsuna hjá dreingjum eisini - bæði í mun til ávís sløg av krabbameini og aðrar sjúkur. 

Í summar fáa 12 ára gamlir dreingir tilboð um at verða koppsettir ókeypis fyri HPV. Ætlan skal eisini gerast fyri, hvussu dreingir, ið eru eldri enn 12 ár, somuleiðis kunnu fáa tilboð um ókeypis koppseting fyri HPV.

Í Føroyum varð farið undir at koppseta gentur fyri HPV ókeypis tann 1. januar 2009. Byrjað varð við gentum, sum vóru fyltar 14 ár, og seinni varð tilboðið víðkað til gentur niður í 12 ár. Eins og í Danmark fall talið av gentum, ið lótu seg koppseta, nógv í nøkur ár, men nú tykist gongdin verða vend.

Í fjør fingu 409 gentur fyrstu koppseting fyri HPV. Tað er á leið sama tal, sum tey fyrstu árini, ið tilboðið varð tókt. Í 2016 vórðu bert 96 gentur koppsettar fyri HPV.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949