- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fótbóltsleikarin, Emiliano Sala, er horvin
Franskir myndugleikar vátta nú, at argentinski fótbóltsspælarin, Emiliano Sala, sum fótbóltsfelagið Cardiff City í ensku úrvals-deildini keypti frá Nantes leygardagin, var umborð á flogfarinum, sum hildið verður er dottið niður í Ermasundi í gjárkvøldið.
Sala var saman við einum flogskipara í einum lítlum flogfari á veg úr Nantes til Cardiff í gjárkvøldið, men um hálvgum níggjutíðin hvarv flogfarið av radaranum og er ikki sætt síðan.
Sagt verður, at flogfarið var í 5.000 metrar hædd, men bað um at sleppa niður í hædd. Seinasta fráboðan frá flogfarinum var í 2.000 metrar hædd yvir Casquets-vitanum í Ermasundi, og síðani er lagnar hjá flogfarinum ógreið.
Cardiff City boðaði leygardagin alment frá um, at felagið hevði keypt Emiliano Sala, og at hann er dýrasti spælari í søgu felagsins.