Fleiri ferðafólk við Smyrli í fjør

Fleiri ferðafólk við Smyrli í fjør
Í fjør sigldu 16.000 fleiri ferðafólk við Smyrli enn árið fyri. Men vøkstur er ikki á øllum oyggjaleiðum
 
19.01.2019 - 09:56

Í fjør sigldu tilsamans 266.000 ferðafólk við Smyrli, tað eru 16.000 fleiri enn árið fyri, vísa nýggjastu hagtølini hjá Strandferðsluni

Eisini er framgongd á Fugloyar- og Svínoyarleiðini. Í fjør flutti Ritan meira enn 17.700 ferðafólk, tað eru 2.200 fleiri enn árið fyri, meðan á Kalsoyarleiðini er talið nakað tað sama sum fyrraárið, góð 57.000 ferðafólk.

Men vøkstur er ikki á øllum oyggjaleiðum.

Á Nólsoyarleiðini sigldu meira enn 96.000 ferðafólk við Ternuni í fjør, tað eru 4.600 ferðafólk færri enn árið fyri, og við Mykinesleiðini vóru tilamans góð 19.700 ferðafólk, og tað eru umleið 1.000 ferðafólk færri.

Á Skúvoyarleiðini minkaði talið við meira enn 2.100 ferðafólkum niður í góð 3.100 ferðafólk í 2018.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. februar
Vikuskiftið 21 februar 2025
188133
Fríggjadag 21. februar
Morgunlestur fríggjadagur 21.februar 2025
186661
Hósdag 20. februar
RagnarRokk 20.februar 2025
186601
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962