Trump krevur múrin

Trump krevur múrin
Forsetin brúkti nógva tíð í talu síni til fólkið at umrøða umstrídda múrin, sum demokratarnir ikki vilja játta pengar til. Men Trump heldur fast.
 
09.01.2019 - 08:48

Tað er kreppa við syðra markið hjá USA, og tann kreppan verður bert loyst við at byggja ein múr á markinum til Mexico. Tað var boðskapurin frá Donald Trump, forseta, tá hann í nátt helt røðu fyri amerikansku tjóðini.

- Tað er ein menniskjalig og tjóðskaparlig trygdarkreppa. Tað koma fólk í túsundatali ólógliga um markið, og vit hava ikki pláss at taka okkum av øllum.

Forsetin nýtti 9 minuttir at tosa um støðuna á markinum til Mexico, og hann segði seg vera illa við av, at hann ikki fekk gjørt nakað fyri at steðga teimum nógvu brotsfólkunum og rúsevnasmuglarunum, sum hvørt ár koma um markið.

Hann fanst at demokratunum, sum um ársskiftið tóku við valdinum í umboðsmannatinginum, tí teir ikki vilja atkvøða fyri pengunum, sum skulu fíggja múrin.

Tað var fyrstu ferð, at forsetin helt eina røðu, sum varð send í øllum teimum stóru sjónvarpsrásunum, sum røkka øllum landinum. Tað hevur annars bara verið gjørt í krepputíð.

Undan røðuni varð tosað um, at forsetin kanska fór at lýsa undantaksstøðu á leiðini við ætlaða múrin, og tí valdu allar sjónvarpsstøðirnar at senda røðuna.

Keldur í Hvítu Húsunum hava síðani sagt, at forsetin slepti tí ætlanini í seinastu løtu, tí vandi var fyri, at málið fór at verða lagt fyri dómstólarnar.

Forsetin segði annars í gjár, at hann kundi lýsa undantaksstøðu og á tann hátt fingið fígging til múrin.

Republikanskir guvernørar í m.a. Texas og Arizona hava enn ikki viljað tikið undir við sjónarmiðinum, at talan er um undantaksstøðu á markinum til Mexico.

Stríð hevur verið um pengarnar til múrin, tí forsetin krevur 33 milliardir krónur til arbeiðið, men higartil uttan úrslit.

Av tí sama hevur partur av amerikansku umsitingini ligið lamin síðani 22. desember.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859