Kristin ikki sett dupultmandatið á skrá enn

Kristin ikki sett dupultmandatið á skrá enn
Mikukvøldið verður fundur aftur í ósemjurakta býráðnum á Tvøroyri, men borgarstjórin hevur framvegis ikki sett sítt dupultmandat á fundarskránna
 
08.01.2019 - 09:44

Meðan borgarstjórin var í feriu, samtykti meirlutin í býráðnum, at Kristin Michelsen skal velja, um hann vil sita í borgarstjórasessinum, ella um hann vil sita á løtingi. 

Hesa avgerðina vildi meirlutin hava at vita á komandi býráðsfundi, sum altso verður mikukvøldið klokkan 19.

Men hóast meirlutin í síðstu viku heitti á borgarstjóran um at seta sína avgerð á skrá fyri fundin, so er tað ikki gjørt. Tað sæst á almennu fundarskránni á heimasíðuni hjá Tvøroyrar Býráði.

Har stendur bara eittans mál á skrá, og tað er "samanbering av skattatølum".

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859