Klagur um gang frá skipum sendar myndugleikunum

Klagur um gang frá skipum sendar myndugleikunum
Gangur frá skipum órógvaði jólafriðin í Tórshavn, Klaksvík, Runavík og Fuglafirði 
Larmandi skip órógvaðu jólafriðin, sigur Heimafriður.
 
07.01.2019 - 06:59

Gangur frá skipum órógvaði jólafriðin í Tórshavn, Klaksvík, Runavík og Fuglafirði. 

Tað sigur felagið Heimafriður, sum hevur fingið dulnevndar klagur um gang frá skipum, og hevur sent klagurnar víðari til avvarðandi myndugleikar og kommunur. 

Nevndin í Heimafriði hevur skipað seg. Trina Eysturoy er forkvinna, Theodor E. Johannesen er næstformaður og Sylvia Thomsen er kassameistari og skrivari.

Hini í nevndini eru Theresa Jákupsdóttir og Niels Midjord.

Nevndin samtykti á sínum fyrsta fundi at fara undir kanningar, og hon fer at biðja kommunurnar um innlit í tí sambandi. 

Nevndin ætlar eisini at kanna, hvørjar lógir um larm eru galdandi í grannalondum okkara.

Nevndin í Heimafriði vil harafturat hava at vita, hvørjar havnir í Føroyum hava umhvørvisgóðkenning. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949