- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flemish Cap byrjar ikki fyrr enn 10.januar
Flemish Cap byrjar ikki fyrr enn 10.januar
Næsta ár byrjar toskafiskiskapurin hjá føroyingum á Flemish Cap ikki fyrr enn 10.januar, so skipunum nýtist ikki at fara yvir fyrr enn eftir nýggjár
28.12.2018 - 13:14
Næsta ár byrjar toskafiskiskapurin hjá føroyingum á Flemish Cap ikki fyrr enn 10.januar, so skipunum nýtist ikki at fara yvir fyrr enn eftir nýggjár.
Í fjør fór okkurt skip av stað longu annað jólakvøld, tí talan er um felagskvotu. Tað ræður um av vera millum tey fyrstu á feltinum.
Toskakvotan á Flemish Cap, sum eisini næsta ár verður felagskvota, er nógv størri næsta ár enn hon hevur verið undanfarin ár.
Kvotan í 2019 er 3.911 tons. Men bara 2.635 tons verða latin línuskipunum.
Tey noyðast at keypa rættin at fiska 1.276 tons á uppboðssølu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV