- Tíðindi, mentan og ítróttur
Taka fangar heim til Grønlands

27 grønlendingar sita í Herstedvester, og teir skulu nú taka støðu til, um teir vilja flytast til Nuuk ella verða verandi í fongslinum í Herstedvester.
Lógin, sum hevur ásetingar fyri at flyta hesar fangar, varð samtykt í Fólkatingium týsdagin í síðstu viku.
- 7. januar verður fundur við hesar fangar um flytingina, har teir verða kunnaðir um flytingina, sigur Naaja Nathanielsen, stjóri fyri kriminalforsorgina í Grønlandi.
Teir 27 fangarnir fáa ein mánað at taka avgerð, um teir vilja flytast. Miðskeiðis í februar verður sostatt greitt, hvussu nógvir flyta.
Lógin um flytingina til Nuuk tryggjar eisini, at fangarnir hava rætt til at angra flytingina til Nuuk fyrstu seks mánaðirnar, skrivar Sermitziaq.ag.
