Fyritøkur fingið atgongd til samrøður á Facebook

Fyritøkur fingið atgongd til samrøður á Facebook
New York Times skrivar nú, at Facebook hevur givið fyritøkum atgongd til privatar samrøður hjá brúkarum á boðskipanini Messenger.
 
23.12.2018 - 15:51

Amerikanski miðilin New York Times skrivar nú, at Facebook hevur givið tøknifyritøkum atgongd til privatar samrøður hjá fólki á boðskipanini hjá Facebook, sum kallast Messenger. Fyritøkurnar hava sostatt havt møguleika fyri at lesa, skriva og strika í samrøðum hjá Facebook-brúkarum. 

Áleið 150 fyritøkur hava sambært New York Times havt atgongd til persónligar upplýsingar, uttan at brúkarin hevur givið loyvi til hetta. Harumframt hava risafyritøkur sum eitt nú Netflix og Spotify havt atgongd til privatar samrøður, sum brúkarar hava havt sínámillum.

Facebook hevur frammanundan verið í andglettinum hetta árið, tá tað kom fram, at greiningarfyritøkan Cambridge Analytica fekk atgongd til dátur hjá 87 milliónum óvitandi brúkarum. Hetta hevði millum annað við sær, at Facebook-stovnarin, Mark Zuckerberg, í apríl skuldi til hoyringar í amerikansku kongressini, har hann orsakaði fyri trygdarbrotið og lovaði, at Facebook fór at gera neyðugu broytingarnar til tess at forða fyri slíkum aftur.

New York Times skrivar, at fyritøkurnar hava fingið atgongd gjøgnum eldri samstørv við aðrar fyritøkur. Eitt nú samstørv frá 2010, sum so ikki eru blivin fevnd av nýggjastu broytingunum og nýggjastu privatlívsreglugerðini hjá Facebook.

Til dømis høvdu Yahoo og russiska leitimaskinan, Yandex, atgongd til dátur hjá brúkarum, hóast atgongdin burdi verið avmarkað sambært nýggjastu broytingunum í privatlívsreglugerðini. Harumframt hevur eitt nú Apple havt atgongd til kalendaraupplýsingar hjá brúkarum, hóast hesir brúkarar hava sløkt fyri møguligari dátudeiling. 

Facebook noktar, at fyritøkur hava fingið til vega persóndátur uttan loyvi frá brúkarum. 

- Eingin av hesum sokallaðu samstørvunum millum fyritøkur hava givið fyritøkum atgongd til persónligar upplýsingar, uttan at fólk hava givið loyvi til tess, skrivar ein Facebook-stjóri millum annað á almenna blogginum hjá Facebook

Í blogginum verður eisini greitt nærri frá, hvussu og hví fyritøkur sum til dømis Spotify hava fingið atgongd til persónligar samrøður hjá brúkarum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Týsdag 28. januar
Morgunlestur týsdagur 28.januar 2025
186651
Mánadag 27. januar
Norðurljóð 27.januar 2025
186723
Mánadag 27. januar
Takk fyri dansin, Teitur
186918
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749