Borgarstjórin komin á skránna í býráðnum

Borgarstjórin komin á skránna í býráðnum
29. desember fer býráðið á Tvøroyri at viðgera, um Kristin Michelsen kann vera bæði løgtingsmaður og borgarstjóri
Politisku leiklutirnir hjá Kristini Michelsen eru settir á skránna á býráðsfundi á Tvøroyri
 
22.12.2018 - 10:04

Málið um politisku leiklutirnar hjá Kristini Michelsen sett á dagsskrá á býráðsfundi á Tvøroyri.

Fundur verður 29. desember og sjeynda punkt á skránni er: "Loyvi borgarstjórans at virka sum borgarstjóri og løgtingslimur"

Tvøroyrar býráð hevur givið borgarstjóranum loyvi at røkja báðar sessir, men eftir at nýggjur meirluti er komin í býráðum, hava tey vilja havt málið til nýggja viðgerð, men higartil uttan úrslit. Men nú er málið loksins komið á skránna.

Kristin Michelsen fór í feriu 5. desember og Anita Viðbergsdóttir er borgarstjóri til Kristin Michelsen kemur aftur.

Kristin Michelsen hevur ikki boðað frá, hvussu leingi hann er í feriu. Men næsti býráðsfundur verður altso leygardagin 29. desember og tá skulu politisku leiklutir hansara viðgerast, stendur á heimasíðuni hjá Tvøroyra kommunu. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944