- Tíðindi, mentan og ítróttur
Summarhús til leigu og kommunur byggja til eldri

Bústaðarpakkin er á veg í løgtingið.
Fyrstu lógarbroytingar eru sendar til hoyringar.
Treytin um, at ikki vinnulig útleiga bara kann fevna um leigumál, sum eru í sama bústaði, har útleigari og húski hansara búgva, skal strikast.
Endamálið við broytingini er at eggja fólki til at leiga eitt nú summarhús síni út.
Ætlanin er eisini, at geva Almannaverkinum høvi at gera avtalur við privatar útleigarar um ávísingarrætt til leigubústaðir.
Við ásetingini fær Almannaverkið rætt til at rinda húsaleiguna í teimum tíðarskeiðum, tá leigumálið stendur tómt, og at rinda privata útleigaranum skaða, sum leigarin hevur framt.
Privat somu treytir sum almenn
Privati útleigarin fær við hesum somu treytir sum Bústaðir í teimum leigumálum, sum Almannaverkið hevur ávísingarrætt til.
Við lógarbroytingini verður tað privata javnsett við tað almenna, sigur Almannamálaráðið.
Og Leigunevndin sleppur at taka støðu til leiguna, sum partarnir sínámillum hava avtalað.
Sambært galdandi leigulóg hevur Leigunevndin bara heimild til at taka støðu til leiguhækkingar.
Eldralógin skal eisini broytast, so kommunurnar kunnu gera eldraíbúðir til fólk, sum eru trý ár frá fólkapensjónsaldri, sum er 67 ár.