Norðurkorea ávarar USA

Norðurkorea ávarar USA
Um amerikanarar halda, at búskaparligt trýst kann noyða Noðurkorea at leggja kjarnorkuvápn síni, so fara amerikanarar skeivir
 
18.12.2018 - 09:28

Soleiðis ávarar norðurkoreiska uttanríkisráðið USA í tíðindaskrivi sunnukvøldið, eftir at stjórnin hjá Trump, forseta, hevði samtykt nýggj tiltøk móti trimum norðurkoreiskum embætisfólkum fyri brot á mannarættindi. Tað skrivar The New York Times.

Heldur Trump-stjórn fram at samtykkja nýggj tiltøk móti stýrinum, fer tað at forða tilgongdini fram móti at landið avdubbar kjarnorkuvápnini, sigur NorðurKorea.

Eingin raðfylgja

Tá amerikanski forsetin, Donald Trump, og norðurkoreiski leiðarin, Kim Jong-un, hittust í junimánaði í ár, bant norðurkoreiski leiðarin seg til at arbeiða fyri fullkomnari kjarnorku-avdubbing, og afturfyri lovaði Trump frið og betri viðurskifti við landið. Síðani boðaði Trump frá, at trupulleikarnir við Norðurkorea eru loystir.

Men partarnir báðir eru ongantíð vorðnir samdir um, í hvørjari raðfylgju lyftini skulu haldast.

Verður friður og betri samskifti við USA, tá kjarnorkuvápnini í Norðurkorea eru burtur ella fer Kim Jong-un at bíða eftir betri viðurskiftunum við USA, áðrenn hann avdubbar?

Politiska linjan óbroytt
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, og norðurkoreiski uttanríkisráðharrin, Kim Yong-chol, skuldu eftir æltan hittast í New York í november, men Norðurkorea avlýsti fundin, tí USA enn ikki hevur sett revsitiltøk úr gildi. Enn er ógreitt, nær fundurin verður.

Donald Trump skrivaði á Twitter fríggjadagin, at fólk í heilum spyrja hann, hvussu gongst við samráðingum við Norðurkorea. - Og eg svari altíð, at vit hava ikki skund, og stórur møguleiki er fyri góðari búskaparligari framgongd hjá hasum landinum...  skrivar Trump í Twitter-boðunum.

USA hevur hildið sína politisku linju móti Norðurkorea síðani teir báðir leiðararnir fyri hálvum ári síðani hittust í Singapore fyri fyrstu ferð. 

Síðani tá hevur stjórnin hjá Trump samtykt fleiri tiltøk móti fyritøkum og einstaklingur, sum eru undir illgruna fyri hvítting og fyri telduálop til frama fyri Norðurkorea.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878