Føroyingar liva alsamt longri

Føroyingar liva alsamt longri
Føroyingar liva útivið sjey ár longri enn teir gjørdu fyri 30 árum síðan. Serliga menninir liva longri nú
Ein føroyskur maður gerst í miðal 80,4 ára gamal, ein kvinna í miðal 84,5 ára gomul. Landslæknin hevur júst givið út nýggjastu ársfrágreiðingina
 
16.12.2018 - 11:36

Kvinnur og menn í Føroyum gerast alsamt eldri og eldri. Tað vísir árliga frágreiðingin hjá landslæknanum, Heilsulýsing landslæknans fyri 2017, ið júst er útkomin.

Sí øll tølini niðanfyri

Hóast bæði kvinnur og menn nú liva longri enn tey gjørdu fyri 30 árum síðani, so eru tað serliga menninir í Føroyum, ið nú liva longri enn teir gjørdu fyri 30 árum síðan.

Í 1987 var lívsævin hjá monnum í Føroyum 72,1 ár, í 2017 var lívsævin hjá føroyskum monnum 80,4 ár. Sostatt liva føroyskir menn nú 8,3 ár longri enn í 1987.

Í 1987 var lívsævin hjá kvinnum í Føroyum 78,8 ár, í 2017 var lívsævin hjá føroyskum kvinnum 84,5 ár. Sostatt liva føroyskar kvinnur nú 5,5 ár longri enn í 1987.

Kelda: Heilsulýsing landslæknans 2017

Í 1987 gjørdust føroyingar (bæði kynini) í miðal 75,5 ára gamlir, í 2017 var tað talið hækkað upp í 82,2 ár. Sostatt liva føroyingar nú í miðal útivið sjey ár longri enn fyri 30 árum síðan, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Heilsulýsing landslæknans kemur út á hvørjum ári stutt fyri jól. Í frágreiðingini, sum í ár er 59 síður til longdar, verður heilsustøðan hjá føroyingum lýst, fyri tað mesta við greinaðum hagtølum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949