42 skadd í spreinging á matstovu

42 skadd í spreinging á matstovu
Ein ógvislig spreinging hevur rakt eina matstovu í fimtstørsta japanska býnum, Sapporo
Ein hervilig spreinging hevur rakt eina matstovu í japanska býnum, Sapporo. Japanska løgreglan hevur fyribils fingið fráboðanir um 42 fólk, ið hava fingið skaða
Mynd: Skíggjamynd/Channel NewsAsia  
 
16.12.2018 - 16:27

42 fólk hava fingið skaða í eini spreinging í einari matstovu í fimtstørsta býnum í Japan, Sapporo, sambært útlendskum fjølmiðlum á staðnum.

Orsøkin, til spreingingina í Toyohira-økinum, er higartil ókend, men sjónarváttar hava greitt frá um gasslukt í økinum, sambært sjónvarpsrásini, NHK.

Greinin heldur fram niðanfyri

Myndir, ið eru lagdar á sosialu miðlarnar, vísa stórar oyðileggingar. Eldur kom í eftir spreingingina, og nógv fólk eru koyrd á sjúkrahús, skrivar tíðindastovan, AP.

– Eg hoyrdi ein brest, ið líktist torusláttri og bygningar skulvu, sigur ein sjónarvátti, sum býr í økinum, har spreingingin hevur verið, sambært tíðindastovuni.

Løgreglan í japanska býnum hevur avbyrgt økið, har spreingingin var, av ótta fyri fleiri spreingingum. Fráboðanin um spreingingina kom umleið 11:30 í dag um okkara tíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109