- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingar við í nýggja danska nevnd um Arktis
Føroyingar við í nýggja danska nevnd um Arktis
Føroysku fólkatingsmenninir skulu vera við í einari nevnd, sum fólkatingoð skal seta at viðgera Arktis, norðurpólsleiðina

Uppskot er um fólkatingsnevnd at viðgera Arktis er í fólkatinginum.
15.12.2018 - 10:04
Føroysku fólkatingsmenninir skulu vera við í einari nevnd, sum fólkatingoð skal seta at viðgera Arktis, norðurpólsleiðina.
Fyrra viðgerð um uppskotið til samtyktar var í fólkatinginum hósdagin og uppskotið hevur undirtøku í fólkatinginum.
Seinna viðgerð verður 20.desember.
Føroysku fólkatingsmennir eru millum teirra, sum eiga uppskotið.
Endamálið við nevndini er at styrkja arbeiðið hjá fólkatinginum um Arktis.
12 fólk skulu vera í nevndini, men tey verða ikki vald fyrr enn eftir fólkatingsvalið næsta ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV