Tannheilsan hjá føroyskum børnum batnað

Tannheilsan hjá føroyskum børnum batnað
Føroysk børn hava betri tenn enn áður. Tað staðfestir ein nýggj frágreiðing um tannheilsuna hjá føroyskum børnum. 
 
14.12.2018 - 14:20

Talið av børnum við frískum tonnum, t.e. tenn við ongum holum, hevur verið støðugt vaksandi hesi árini.

Eitt nú høvdu bert 12 prosent av teimum 12 ára gomlu frískar vaksnamannatenn í 1991. Í 2017 er hetta talið 61 prosent.

Tað vil siga, at einans 8. hvørt barn hevði frískar tenn í 1991, meðan tað í dag er meira enn annaðhvørt barn, sum hevur frískar tenn í 12 ára aldrinum. 

Eisini er tannheilsan hjá smærri børnum alsamt batnað. Í 1991 høvdu 29 prosent av teimum 5 ára gomlu frískar barnatenn. Í 2017 er hetta talið 73 prosent.

Føroyar eru á sama støði sum hini Norðurlondini bæði viðvíkjandi tilboðum um tannrøkt til børn og ung og viðvíkjandi tannheilsuna hjá teimum, sigur Heisumálaráðið í fráboðan í dag. 

Hetta kann tó gerast enn betri. Serligur dentur má leggjast á at minka um talið á børnum við álvarsamari kariessjúku og at vaksa um talið á børnum, sum hava heilt frískar tenn, sigur Tannlæknafelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949