- Tíðindi, mentan og ítróttur
May á rundferð í Evropa

Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, byrjaði rundferðina í Hollandi í morgun, har hon hitti hollendska forsætisráðharran, Mark Rutte. Eftir døgurða skal hon hitta týska samveldiskanslaran, Angelu Merkel.
Tað var Theresa May sjálv, sum í gjár tók avgerð um at útseta atkvøðugreiðsluna av Brexit-avtaluni í parlamentinum. Atkvøðugreiðslan skuldi vera í dag. Hon tók avgerðina, tí hon metti ikki, at hon fekk undirtøku fyri avtaluni í sínum egna flokki - og als ikki í andstøðuni.
Ferðin til Evropa er gjørd í eini roynd at fáa nýggjar samráðingar um partar av avtaluni.
Tá Theresa May seinnapartin hevur hitt Angelu Merkel, fer hon til Bruxelles, har hon fer at tosa við formannin í ES-nevndini, Jean-Claude Juncker.
May segði í parlamentinum í gjár, at hon eisini ætlaði at hitta forsetan í ES, Donald Tusk, men tann fundurin er ikki váttaður alment. Tusk segði annars í gjárkvøldið, at Theresa May ikki fær nýggjar samráðingar um Brexit-avtaluna.
Fleiri politikarar í Evropa siga, at Theresa May í besta lagi kann fáa avtaluna snøggaða, men veruligar samráðingar vera ikki um avtaluna.
Samstundis fær bretski forsætisráðharrin hvassar atfinningar frá nógvum pørtum í parlamentinum um handfaringina av samráðingunum við ES.
M.a. eru bretsku bløðini sera hvassorðað í sínum atfinningum.
Daily Telegraph endurgevur nakað av tí, sum fyrrverandi forsætisráðharrin, Margareth Thatcher, segði í 80'unum, tá hon segði, at tað ráddi um at standa stinn, tá harðast leikaði á.
Eisini í Evropa undrast ríkisleiðararnir á, at hóast samráðingarnar um Brexit nú hava vart í meir enn tvey ár, so megnar Theresa May ikki at taka eina endaliga støðu.
- Eg eri ikki førur fyri at fylgja gongdini longur. Tað, sum nú hendir, fer bara at gera støðuna verri, skrivar fyrrverandi belgiski forsætisráðharrin og núverandi limur í Evropatinginum, Guy Verhofstadt.