Tríggir minnilutar um rúsdrekka í Vinnunevndini

Tríggir minnilutar um rúsdrekka í Vinnunevndini
Vinnunevndin hjá løgtinginum er í trimum minnilutum í áliti um at loyva bryggjaríunum at selja sína egnu vøru, eisini brennivín
Uppskotið hjá Magna Laksafoss elvir til tvístøðu í tinginum.
 
10.12.2018 - 07:36

Vinnunevndin hjá løgtinginum er í trimum minnilutum í álitinum um uppskotið hjá Magna Laksafoss um at loyva bryggjaríunum at selja sína egnu vøru, tað er eisini sterkasta ølið, cider og brennivín.

Jákup Mikkelsen, Helgi Abrahamsen og Bárður Kass Nielsen mæla frá at samtykkja uppskotið, tí tað fer at økja munandi atkomuna at rúsdrekka. 

Bjørt Samuelsen, Bjarni Hammer og Ingolf S. Olsen vilja broyta uppskotið, so tað verður broytt til bara at umfata øl og cider, sama hvør styrkin er. 

Janus Rein sigur, at hann tekur støðu í tingsalinum. Tað verður so í dag, tí tingið skal atkvøða um uppskotið á fundinum í dag.

Sambært galdandi lóg hava bryggjaríini loyvi til at selja øl upp til 5,8 prosent.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946