- Tíðindi, mentan og ítróttur
Yvirtøka samtykt hóast danir vilja bíða
Hóast danir hava gjørt vart við, at yvirtøkan skal bíða, varð hon samtykt við stórum meiriluta í løgtinginum í gjár.
Á tingfundinum í gjár varð eitt bræv frá løgmanni lagt fram.
Sambært tí er tvístøða millum danir og føroyingar um yvirtøkuna.
Danir skilja støðuna soleiðis, at bíðast skal eftir arbeiðsbólkunum við umboðum fyri føroyskar og danskar myndugleikar, sum eru settir at fyrireika yvirtøkuna, ein er fyri landkort og ein fyri sjókort.
Serliga hugsa danir um, at markamótið millum kort- og landmátingarmyndugleikan og verjumál skal lýsast nærri fyri yvirtøkuna.
Løgmansskrivstovan hevur eina aðra fatan. Hon sigur, at bólkarnir skulu fyrireika sjálva yvirtøkuna, ikki avgerðina um yvirtøkuna.
Fyrireika yvirtøku ikki avgerðina um yvirtøku
Arbeiðssetningurin hjá báðum bólkum er at lýsa, hvussu økini verða fyrisitin í dag, altjóða samstarv, hvussu yvirtøkan ítøkiliga verður framd og framtíðar samstarv millum føroyskar og danskar myndugleikar, eisini altjóða bindingar.
Sambært tíðarætlanina verða báðar frágreiðingarnar latnar í ár.
Løgtingið hevur samtykt uppskotið hjá løgmanni um at yvirtaka málsøkið, sum eitur kort- og landmátingarmyndugleikin.
Lógin um yvirtøkuna skal koma í gildi 1.apríl næsta ár, sjókortini tó ikki fyrr enn 1.januar í 2020.
Mett verður, at tað fer at kosta 2,6 mió. kr. at yvirtaka landkortini og 5,6 mió. kr. at yvirtaka sjókortini.
Eitt uppskot frá Kaj Leo Holm Johannesen um at senda málið aftur í nevnd fall á tingfundinum í gjár.