- Tíðindi, mentan og ítróttur
Atkvøða um bergholini norður um Fjall

Løgtingið skal í dag atkvøða um uppskotið hjá tingfólki í andstøðuni um bergholini í Borðoynni.
Samgonguflokkarnir og Sonja Jógvansdóttir í Rættarnevndini taka ikki undir við uppskotinum um. at Norðoyatunnilin skal fyrireika verkætlanina at gera berghol norður um Fjall, og mælir frá at samtykkja tað.
Meirilutin sigur, at ikki er skilagott at taka einstakar verkætlanir, sum longu eru raðfestar, burturúr samferðsluætlanini hjá Landsverki, og fíggja tær við gjaldsvegum ella tunlum, sum tilvildarliga liggja nærindis.
Tað er eisini ein stór prinsipiell avgerð at leggja dýrar verkætlanir út um fíggjarlógina.
Landsgrannskoðanin hevur fleiri ferðir funnist at hesum leisti, tí íløgurnar hjá landskassanum vera ikki gjøgnumskygdar.
Meirilutin heldur, at skulu berghol norður um Fjall framskundast, er neyðugt, at Hvalbiartunnilin verður gjørdur sum skjótast.
Nevnir einki um fígging
Andstøðulimirnir í Rættarnevndini taka undir við uppskotinum og mæla tinginum til at samtykkja tað.
Teir siga, at lógaruppskotið hevur einki við at gera, hvør fíggingarleistur verður brúktur, tá bergholin norður um Fjall verða gjørd.
Tá úrslitið av fyrireikingini og forprojekteringini fyriliggur, er ætlanin at koma við endaligum uppskoti í tingið.
So stendur tað til løgtingið at gera av, hvat loysnin verður, bæði viðvíkjandi fígging og linjuføring, siga andstøðuumboðini í Rættarnevndini.
Málið er fyrst á dagsskránni fyri tingfundin í dag, sum byrjar kl.10.00.