Fólk á Setrinum skulu sleppa í Búskaparráðið

Fólk á Setrinum skulu sleppa í Búskaparráðið
Lógin um Búskaparráðið skal broytast, og uppskotið um tað er til hoyringar til 20.desember
Nú Setrið hevur búskaparfrøði á skránni, kann fólk haðani eisini vera í Búskaparráðnum.
 
05.12.2018 - 09:11

Nú skal starv á Fróðskaparsetrinum ikki longur vera forðing fyri sæti í Búskaparráðnum.

Lógin um Búskaparráðið skal broytast, og uppskotið um tað er til hoyringar til 20.desember.

Endamálið við uppskotinum er at breiðka tilnevningar-grundarlagið, so tríggir partar tilnevna hvør sín lim til Búskaparráðið. 

Eisini verður møguligt at tilevna limir í Búskaparráðið, sum starvast á Fróðskaparsetrinum, - men tó bara ein lim haðani. 

Soleiðis verða fleiri búskaparfrøðingar at velja í, og tí verður lættari at fáa fólk í Búskaparráðið. 

Nýtt valskeið

Valskeiðið hjá Búskaparráðnum verður frá 1.oktober í staðin fyri 1.januar.

Fyrsta broytta skeiðið byrjar 1.oktober 2019.

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, sigur, at við verandi tilmælingar-mannagongd hevur verið trupult at fáa nóg góð tilmæli um limir í Búskaparráðið. 

Eisini hevur samansetingin viðhvørt verið soleiðis, at fólk við drúgvum arbeiðsroyndum hava verið undirumboðað í ráðnum. 

Í oktober fór Sverri Hansen, sum var formaður, úr Búskaparráðnum.

Hann segði, at við verandi samanseting vildi hann siga seg úr Búskaparráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Hósdag 17. apríl
Vinur mín í vínlandi
190832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835