Framvegis onki álit um eykajáttan til Marknagil

Framvegis onki álit um eykajáttan til Marknagil
Fíggjarnevndini hevur framvegis ikki lagt álit fram um eykajáttan til Marknagilsdepilin. Men ætlandi verður álitið lagt fram seinnapartin.
 
04.12.2018 - 12:14

Onki álit er komið úr fíggjarnevndini enn um eykajáttan til skúladepilin í Marknagili.

Men sambært Ruth Vang, forkvinnu í Fíggjarnevndini, er ætlanin at leggja álitið fram seinnapartin.

Mentamálaráðið hevur biðið Fíggjarnevndina um eina eykajáttan á 28,4 milliónir krónur.

Løgtingið víkti frá øllum tíðarfreistum fyri at  fáa málið viðgjørt, tí mett var at talan var um skundmál.

Men tað er ein góður mánaður, síðani tingið hevði fyrstu viðgerð av málinum, og enn er onki álit komið úr Fíggjarnevndini, men tað verður also ætlandi seinnapartin, sambært forkvinnuni í fíggjarnevndini.

Tá álitið verður lagt fram, fæst eisini at vita, um tingið fer at hava aðru og triðu viðgerð beinaveg, so málið kann avgreiðast.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130