Borgarstjórin á Tvøroyri í feriu

Borgarstjórin á Tvøroyri í feriu
Anita Vibergsdóttir verður borgarstjóri á Tvøroyri í morgin
Anita Viðbergsdóttir, varaborgarstjóri á Tvøroyri, verður borgarstjóri í morgin.
 
04.12.2018 - 12:01

Anita Vibergsdóttir verður borgarstjóri á Tvøroyri í morgin, tá borgarstjórin, Kristin Michelsen, fer í frí.

Hann boðaði frá á býráðsfundinum í gjár, at hann fer í feriu tann 5.desember.

Hann kunngjørdi ikki, hvussu long hendan ferian verður, hóast hann varð spurdur um tað á býráðsfundinum.

Kristin Michelsen hevur heldur ikki upplýst fyri umsitingini hjá býráðnum, hvussu leingi, hann verður í feriu.

Næsti býráðsfundur á Tvøroyri verður 29.desember.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946