Byráðsfundur uttan málið um dupultmandatið

Byráðsfundur uttan málið um dupultmandatið
Málið um borgarstjóran, sum eisini er løgtingsmaður, er ikki á skránni fyri býráðsfundin á Tvøroyri í dag
Býráðsfundur er á Tvøroyri í dag kl.17.00.
 
03.12.2018 - 07:34

Málið um borgarstjóran, sum eisini er løgtingsmaður, er ikki á skránni fyri býráðsfundin á Tvøroyri í dag.

24 mál eru á skránni. Tað seinasta er tó kunning frá borgarstjóranum um feriu.  

Meirilutin á Tvøroyri hevur leingi biðið um at fáa málið um borgarstjóran, sum eisini er løgtingsmaður, á skránna.

Meirilutin heldur ikki, at sami maður kann vera bæði borgarstjóri og løgtingslimur. Hann noyðist at velja annað starvið, heldur meirilutin.

Kommunala eftirlitið hjá landsstýrinum gav fyri skjótt tveimum mánaðum síðani borgarstjóranum boð um at seta málið á skránna.

Tey boðini vórðu endurtikin í gjár.

Tvøroyrar býráð hevur annars samtykt, at Kristin Michelsen bæði kann vera borgarstjóri og løgtingslimur.

Minniluti bleiv meiriluti

Men eftir, at minnilutin gjørdist meirilutin í býráðnum, hevur hann biðið um at fingið málið til nýggja viðgerð, men tað hevur meirilutin higartil ikki fingið.

Kristin Michelsen sigur, at hann ætlar sær framvegis at vera borgarstjóri og løgtingslimur.

Kommunala eftirlitið hevur mint Kristin Michelsen á lógina um kommunustýri, sum sigur, at um borgarstjórin ber seg undan at fremja uppgávurnar, sum eru latnar honum at umsita, kann kommunustýrið tilnevna ein annan kommunustýrislim at røkja hansara uppgávur.

Kommunustýrið kann í álvarsomum føri, ella tá borgarstjórin ferð eftir ferð ber seg undan at fremja uppgávur sínar, fyribils velja ein annan kommunustýrislim sum virkandi borgarstjóra, sigur lógin.

Á skránni fyri býraðsfundin á Tvøroyri í dag er fíggjarætlanin fyri 2019, seinna viðgerð.

Landsstýrið skal annars hava fíggjarætlanirnar hjá kommununum í seinasta lagi 1.desember.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097