Meiri peningur at kanna tunnil til Suðuroyar

Meiri peningur at kanna tunnil til Suðuroyar
Einki bendir á, at tað ikki ber til at gera tunnilin, men fleiri kanningar mugu gerast
 
26.11.2018 - 07:21

Enn er einki, sum bendir á, at tað jarðfrøðiliga ikki ber til at gera Suðuroyartunnilin.

Men ymist eigur at verða kannað nærri.

Metingar av jarðfrøðini í Skúgvoy vísa, at oyggin liggur eitt sindur øðrvísi í jarðfrøðiligu løgunum enn væntað, og tað má kannast nærri.

Samferðslumálaráðið hevur svarað Fíggjarnevndini um forkanningar í sambandi við Suðuroyartunnilin.

Ein hálv millión krónur er játtað til forkanningar í ár.

Hava mátað havbotn

Landsverk hevur mátað havbotnin á leiðini av Sandi til Skúvoyar, við sunnara part av Skúgvoy og norðanfyri í Suðuroynni.

Kanningarnar verða nú savnaðar og viðgjørdar á Jarðfeingi, sum skal lata Landsverki frágreiðing í ár.

Næsta stig verður at skjóta seismikk og at gera kjarnuboringar. 

Landsverk mælir til, at játtanin verður hækkað upp í tvær milliónir krónur næsta ár.

Nýggja havrannsóknarskipið, sum verður liðugt í 2020, er útgjørt at skjóta seismikk, og Landsverk hevur víst á, at tað kann loysa seg at bíða við hesum kanningunum, til skipið er liðugt.

Verður henda loysnin vald, ber til at halda fram við innleiðandi kanningum næsta ár fyri eina hálva millión krónur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130