Ljósmøðurnar farnar aftur til arbeiðis

bannari
Ljósmøðurnar farnar aftur til arbeiðis
Fyri lítlari løtu síðan skrivaðu partarnir undir semju
 
26.11.2018 - 14:35

Fyri lítlari løtu síðan skrivaðu partarnir undir semju. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum bjóðaði Ljósmøðrafelagnum á fund í morgun at viðgera ymiskar loysnir, og fundurin endaði við, at partarnir fyri løtu síðan undirskrivaðu trí-ára lønarsáttmála.

Talan er um ein 3 ára sáttmála, galdandi frá 1. okt. 2017 til 1. okt. 2020.

okt. 2017 hækkar mánaðarlønin 0,6 prosent.

okt. 2018 hækkar mánaðarlønin 1,2 prosent.

okt. 2019 hækkar mánaðarlønin 1,8 prosent.

Hartil eru broytingar í sokallaðari skalagongd, ið gera, at endalønin hjá ljósmøðrum hækkar øll 3 árini.

Samlaða lønarhækkingin er mett at kosta 8,475 prosent samanlagt yvir 3 ár. Harav triðja árið liggur áleið tað sama sum privati arbeiðsmarknaðurin hevur samtykt í undanfarnum sáttmálum.

Eisini fevnir semjan um, at møguligar tímaløntar ljósmøður frameftir fáa eftirløn av løn síni.

Eisini eru aðrar broytingar í sáttmálanum. Eitt nú er ásetingin um ferðaendurgjald til avloysarar strikað. Eisini eru tvey protokollat løgd afturat sáttmálanum, ið viðvíkja komandi samráðingum og dagføring av sáttmála.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017