- Tíðindi, mentan og ítróttur
ES-leiðarar samtykt Brexit-avtalu
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/brexit_0.jpg?itok=TrM0sCvW)
Lagnan hjá Brexit liggur nú aftur í føvninginum hjá bretum, tí allir teir 27 ES-leiðararnir hava góðkent Brexit-avtaluna, sum ES og Bretland hava samráðst seg til. Nú er tað upp til bretska parlamentið at samtykkja avtaluna.
Hetta kunnger ES-forsetin, Donald Tusk, á Twitter, sambært BBC.
Spanska stjórnin hevði onkur ivamál um støðuna hjá Gibraltar eftir Brexit, men hesi ivamál eru fingin av vegnum.
Ljós framtíð
"Bretland hevur ljósa framtíð við sameining og nýskapan."
Tað lovar bretski forsætisráðharrin, Theresa May, í einum brævi til bretska fólkið í dag í sambandi við, at ES-leiðararnir skuldu taka støðu til Brexit.
Í brævinum, sum er almannakunngjørt í flestu av stóru bløðunum í Bretlandi, tvíheldur Theresea May um, at talan er um eina góða avtalu, og heitir á fólkið um at taka undir við henni.
Sum støðan er í Bretlandi í løtuni, so er líkt til, at mótstøðan ímóti avtaluni er stór í parlamentinum, og tað kann gera tað torført hjá Theresu May at fáa neyðuga meirilutan. M.a. hava tríggir andstøðuflokkar boðað frá, at teir fara at atkvøða ímóti avtaluni. Eisini eru fleiri av tinglimunum hjá konservativa flokkinu ímóti avtaluni, og tí er ógreitt, hvat úrslitið verður.
Ikki fyrr enn sjálv høvuðsavtalan er góðkend, fara ES og Bretland at samráðast um framtíðar samstarvið, og eftir ætlan fer Bretland úr ES seinast í mars næsta ár.