- Tíðindi, mentan og ítróttur
Veðurlagsbroytingar verða USA dýrar
Veðurlagsbroytingar verða USA dýrar
Ein amerikansk stjórnarfrágreiðing ger greitt, hvørjir vandarnir eru.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/eldur_i_kalifornia.jpg?itok=GAfv0OtP)
Mynd: savnsmynd
24.11.2018 - 10:06
Ótálmaðar veðurlagsbroytingar fara at kosta USA hundraðtals milliardir dollarar og fara at ávirka mannaheilsu og lívsgóðsku, verður sagt í eini amerikanskari stjórnarfrágreiðing.
Framtíðarvandar frá veðurlagsbroytingum eru treytaðir av avgerðum, tiknar nú á døgum, verður sagt í frágreiðingini.
Alsamt størri avbjóðing
Veðurlagsbroytingarnar gerst ein alsamt størri avbjóðing fyri mannaheilsu og trygd, lívsgóðsku og búskaparvøkstur.
Frágreiðingin - ella ávaringin - frá amerikansku stjórnini er í stríð við tað, Donald Trump forseti ger, tá hann og umsiting hansara arbeiða fyri at lata stongd amerikansk kolanám upp aftur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV