- Tíðindi, mentan og ítróttur
Semingsuppskot lagt fyri ljósmøður og lønardeild
Ljósmøðrafelagið og Fíggjarmálaráðið hava verið á fundi í dag, í eini seinastu roynd at loysa lønartrætuna, ið hevur verið millum partarnar í meira enn tvær vikur.
Semingsuppskot er lagt fyri partarnar og freistin at svarað er sett til klokkan hálvgum eitt í dag, sigur Terji Sigurðsson, semingsmaður.
Eingi undantøk
Ljósmøðurnar hava boða frá, at tær eftir klokkan 15 í dag ikki verða tøkar á Landsjúkrahúsinum.
Higartil hava tær givið undantøk, eitt nú um tað stendur um lív, men tað geva tær ikki eftir kl. 15 í dag.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, segði í Degi og Viku í gjárkvøldið, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur boðað henni frá, at fyri teirra viðkomandi byrjar støðan at verða ótolandi. Hesi boðini hevur Sirið Stenberg latið løgmanni og landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum.