- Tíðindi, mentan og ítróttur
Alex Troleis skal døma Tottenham ímóti Inter
Alex Troleis skal døma Tottenham ímóti Inter
Tað verður ein føroyskur dómarabólkur, sum skal døma ungdómsdyst ímillum Tottenham og Inter
23.11.2018 - 11:14
UEFA hevur sett føroyskar dómarar á dystin í Youth League millum tey bæði stórfeløgini úr Ongland og Italia, Tottenham og Inter.
Alex Troleis skal leiða dystin inni á vøllinum, og at hjálpa sær á síðulinjuni verða Johnleif Gerðisá og Jón Marni Johannesen.
- Hetta er sjálvandi bæði mennandi og spennandi fyri okkara dómarar, og vit eru sjálvandi sera glaðir fyri, at føroyskir dómarar fáa tílíkar uppgávur, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá Fótbóltssambandi Føroya, við fsf.fo
Youth League er fyri U19-liðini hjá teimum feløgunum, sum eru við í Champions League bólkaspælinum, og verður spæld eftir sama leisti sum Champions League.
Dysturin í Youth League millum Tottenham og Inter verður mikudagin 29. november klokkan 13:00 á Tottenham Training Center í Enfield í London.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV