Triðingin meira toskur og hýsa í ár

Triðingin meira toskur og hýsa í ár
Samanumtikið eru tonsini eitt vet færri í ár, men milliónirnar eru fleiri í ár
Knappliga 1.000 tons meira av hýsu eru avreidd til 1.oktober í ár.
 
21.11.2018 - 12:16

Knappliga triðingurin meira av toski og hýsu eru avreidd í Føroyum til 1.oktober í ár enn fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í fjør.

Tað vísa tøl hjá Hagstovu.

Tølini eru smá, men vøksturin er sjónligur. Toskurin er vaksin 32,6 prosent og hýsan 31,3 prosent.

Men minni er fiskað av upsa, 15,6 prosent.

Samanumtikið eru avreidd eitt sindur færri tons av botnfiski í ár enn í fjør.

Men selt er fyri meira enn í fjør, munurin er 5,4 prosent, 38,7 milliónir krónur.

  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 24. februar
Nú styttist av álvara til kappingarbyrjan
188212
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta Í Norðskála kirkju
188169
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151