Grønlendsku floghavnirnar bodnar út í næstum

Grønlendsku floghavnirnar bodnar út í næstum
Arbeiðið at byggja floghavnir í Nuuk og Ilulissat í Grønlandi verður væntandi boðið út í seinnu helvt av januar.
 
21.11.2018 - 07:52

Tað upplýsir felagið Kalaallit Airports, sum skal byggja floghavnirnar, fyri grønlendska kringvarpinum. 

Stjórin í felagnum, Steffen Ulrich-Lynge, fegnast um, at landstingið hevur avgreitt málið um nýggju floghavnirnar.

Felagið væntar, at tað verður greitt í mai næsta ár, hvør fær arbeiðið, og ætlanin er at fara undir arbeiðið stutt eftir.

Kalaallit Airports hevur undangóðkent eitt byggifelag aftrat.

Tað er Bird Johnson Joint Venture, sum hevur staðið fyri stórum byggifyritøkum í Kanada.

Eitt kinesiskt byggifelag er eisini góðkent at bjóða upp á floghavnirnar í Grønlandi. 

Tað dámar hvørki donskum ella amerikanskum myndugleikum, og Danmark hevur sett 700 milliónir kr. í Kalallit Airports, helst fyri at tryggja sær, at Kina ikki fær fótin fastan í Grønlandi.

Danmark hevur sýtingarrætt, hóast danskir myndugleikar bara eiga ein triðing í felagnum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Fríggjadag 7. februar
Góðan morgun Føroyar
187465
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Fríggjadag 7. februar
Morgunlestur fríggjadagur 7.februar 2025
186655
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342