- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landstingið samtykt floghavnirnar í Grønlandi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/floghavnir.png?itok=nuZY90fB)
Grønlendska landstingið hevur samtykt byggja tríggjar floghavnir í Grønlandi fyri tilsamans umleið 3,6 milliardir krónur.
Tá atkvøtt varð í landstinginum í gjár, vóru 18 atkvøður fyri, níggju ímóti, og tvær atkvøður vóru blankar.
Teir tríggir samgonguflokkarnir og Demokratarnir, sum styðja landsstýrið, atkvøddu fyri.
Samtyktin ber í sær, at farast kann undir at leingja flogbreytirnar í Nuuk og Ilulissat upp í 2200 metrar, og flogbreytin í Qaqortoq verður 1500 metrar long.
Lógin um nýggju floghavnirnar heimilar eisini grønlendska landsstýrinum at skriva undir avtalu við Danmark, sum verður við til at fíggja floghavnirnar í Nuuk og Ilulissat.
Danskir myndugleikar fáa sýtingarrætt í felagnum, sum skal byggja floghavnirnar, hóast Danmark bara fer at eiga triðingin í felagnum.